Remarks | Post Partnership Declaration Signing Press Availability | Tórshavn, Faroe Islands: Faroese Version

Føroyar og USA hava felags bond og felags virði, sum røkka langt aftur í søguna. Eins og í nógvum øðrum londum og økjum eru bondini millum Føroyar og USA sterk, tí amerikanarar og føroyingar í túsundatali hava knýtt sterk persónlig sambond ímillum sín gjøgnum ferðing, útbúgving og arbeiði í báðum londunum.

Vit trúgva, at har eru møguleikar at styrkja sambandið millum USA og Føroyar enn meira.

Á ferðum mínum til hetta vakra land og í samrøðunum við stjórnina og føroyska fólkið, havi eg lagt meg eftir at skilja, hvussu USA og Føroyar á bestan hátt kunnu styrkja samstarvið innan handil, vísindi, ferðavinnu, íløgur og onnur øki.

Og í juli í ár kunngjørdi amerikanski uttanríkisráðharrin Pompeo á vitjan síni í Danmark, at USA og Føroyar høvdu gjørt avtalu um at byrja at samráðast um lyklaevni, so sum burðardygga fiskivinnu økt samstarv innan handil og vísindi.

Í dag, bert nakrar fáar mánaðir seinni, standi eg her saman við varauttanríkisráðharra í evropeiskum og evrasiskum málum, Michael J. Murphy, og føroysku starvsfeløgum okkara. Vit eru í dag vitni til, at partalagsyvirlýsingin um økt samstarv millum USA og Føroyar er undirskrivað.

Henda partalagsyvirlýsing er ein varði, sum vitnar um eitt styrkt samstarv ímillum USA og Føroyar um øki, sum eru felags áhugamál – úr umsiting av sjótilfeingi og umhvørvisvernd til mentanarligt samstarv og burðardygga búskaparliga menning, íverksetan, nýhugsan, ferðavinnu og handilsvirksemi.

Eg eri fegin um at luttaka, nú partalagsyvirlýsingin er undirskrivað. Hetta fer óivað at styrkja sambandið ímillum amerikansku og føroysku stjórnirnar og tjóðirnar báðar. Takk fyri.

Read in English.